HM-gularótin gevur eyka motivatión

Tað sigur Marianna Geirsdóttir Eystberg, ið er ein av leikarunum á U20-landsliðnum, sum um vikuskiftið hittir Slovenia og Turkalandi. Vinnarin av hesum bólkaspælinum vinnur sær nevnliga beinleiðis pláss í HM-endaspælinum.

Marianna Geirsdóttir Eystberg er gestur í Fríkasti saman við hjálparvenjaranum, Christoffur Gert Nielsen.

Hoyr tey meta um útlitini fyri HM-undankappingini, sum verður í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið. Trýst her.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.