HM-lutakast hjá kvinnum

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

1. umfar verður leikt í play-off dystum, har liðini spæla ein heima-og útidyst. Dystirnir verða leiktir í fyrstu viku í november.

Føroyar er styrkismett í potti 1 saman við Eysturríki, Slovakia, Turkalandi, Íslandi, Ukraina, Portugal, Grikkaland og Italia.

Føroyar kunnu møta hesum liðum, sum eru í potti 2: Kosovo, Ísrael, Finnlandi, Luksemborg, Aserbajan, Bosnia Hersegovina, Bulgaria, Stóra Bretland og Lettlandi.

Vinnandi liðini koma víðari til annað umfar í undankappingini, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis og Kekkia.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.