HM-lutakastið hjá U18-kvinnum

Hósdagin 2. juni kl. 14.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá U18-kvinnum.

Liðini eru deild í 4 pottar, sum síðani verða drigin í 8 bólkar.

Pottur 1: Ungarn, Týskland, Iran, Danmark, Kroatia, Noreg, Rumenia, Montenegro
Pottur 2: Sveis, Portugal, Frakland, Svøríki, Norðurmakedonia, Kekkia, Kasakstan, Holland
Pottur 3: Egyptaland, Eysturríki, Brasil, Slovakia, Argentina, Guinea, Usbekistan, Algeria
Pottur 4: Suðurkorea, India, Senegal, Uruguay, Føroyar, Ísland, Slovenia, Spania

Fyrst verður pottur 4 drigin, síðani pottur 3, síðani pottur 1. Hareftir kunnu vertirnir úr Norðurmakedonia velja bólk, hareftir pottur 2 verður drigin.

Lutakastið kann stroymast á heimasíðuni hjá IHF og teirra talgildu pallum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.