HM-undankappingin útsett

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. – 6. desember í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. – 21. mars 2021.

EHF hevur boðað frá, at allir dystir í HM-undanspælinum hjá kvinnum eru útsettir. Orsøkin er torføra korona-støðan í Evropa við avmarkaðum ferðamøguleikum millum londini, avbjóðingar við at hýsa 3-4 liðum saman, eitt trygt umhvørvi í mun til smittuna og vantandi venjing fyri leikarar vegna lock-down í fleiri londum.

Føroyska liðið kemur ístaðin at hava venjingar í Føroyum í tíðarskeiðnum 24. nov – 4. des.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.