Hondbóltsfrásagnirnar byrja

Útvarpsrásin FM1 ætlar at gera nógv burturúr hondbóltinum kappingarárið 2018/19.

Sagt verður frá dystum í hvørjum umfari í landskappingini í bestu deildunum. Somuleiðis verður sagt frá dystum í steypakappingini.

Fyrsta frásøgnin verður sunnudagin, tá sagt verður frá dystinum millum SMS-liðini hjá VÍF og H71.

FM1 fer at ferðast til øll feløgini at siga frá dystum.

Hvønn fríggjadag klokkan 14.00 verður harumframt ein upptaktsending í ein tíma, har prátað verður við spælarar, viðmerkjarar og onnur.

 

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.