Hondbóltsgentur til Skjern at kappast

Í døgunum 16. til 20. mai fer eitt ferðalag við ungum hondbóltsleikarum, føddir í 2004 og yngri, til Skjern í Jútlandi at royna seg. Á ferðini vera venjingardystir, millum annað móti Skanderborg.

Hondbóltsferðin er liður í, at eftir summarfrítíðina verður hesin aldursbólkur til ein landsliðsbólk, sum næsta summar skal spæla European Open í Svøríki fyri U16-landslið.

Genturnar kenna væl hvørja aðra, hóast aldursbólkurin ikki hevur vant saman sum landslið áður. Tær hava nevnliga verið við í leikaramenningini hjá HSF, síðan tær vóru 12 ára gamlar.

31 leikarar eru við á ferðini.

Silja Arngrímsdóttir, Neistin
Marita Lisberg, EB
Annvør Garðalíð, StÍF
Birna Eyðunardóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Poula Fríðheim Petersen, H71
Lea Mohr, Neistin
Sára Sigrunardóttir, Neistin
Karina Debes Heinesen, H71
Sigrid Hórðará, VÍF
Maria Mrdalo, StÍF
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, H71
Eyðbjørg Kallsberg, StÍF
Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, StÍF
Gunnvá Lützen, Kyndil
Barbara Hammer, Kyndil
Anna Sigrunardóttir, Neistin
Brá Reginsdóttir, Neistin
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin
Gunnvá Fríða Bárðadóttir Nielsen, VÍF
Lea Sesilia Lava Brockie, H71
Sarita Petersen, EB
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørg á Líknargøtu, VÍF
Lukka Arge, Brabrand
Jóhanna Fossdalsá Sørensen, Herning
Marita Jóhannudóttir Arge, Neistin








Føroyar endaðu á fimta plássi

21. juli 2019

Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar. 

Føroyar vunnu greitt á Georgia

20. juli 2019

Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21. 

Føroyar vunnu á Kosovo

18. juli 2019

U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.