Hondbóltssamband Føroya søkir eftir stjóra

Spennandi starv sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya er nú leyst at søkja.

Í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya starvast trý starvsfólk. Harumframt hava fleiri nevndarlimir, venjarar og onnur, sum eru knýtt at limafeløgunum og varða av okkara landsliðum, dagligt samskifti við Hondbóltssambandið.

Virksemið hjá Hondsbóltssambandi Føroya er í stórum vøkstri. Ásannast má, at økta virksemið og góðu úrslitini leypandi økja um krøvini til HSF, bæði ítróttarliga, umsitingarliga og fíggjarliga.

Hondbóltssamband Føroya leitar tí eftir einum stjóra, sum hevur leiðsluroyndir, fíggjarligt skil, góð samstarvs- og samskiftisevni og er skipað/-ur í sínum virki. Tað hevur eisini stóran týdning, at stjórin hevur royndir at leggja langtíðarætlanir og at arbeiða samsvarandi hesum.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Freistin at søkja er mikudagin 2. november 2022.

Umsókn skal sendast til:

Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya á gunn@hsf.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunn Ellefsen á telefonnummar 593040 ella við telduposti til gunn@hsf.fo.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.