Hondbóltssambandið er flutt

Høvuðssæti og umsitingin hjá Hondbóltssambandinum er nú flutt. Nýggja adressan er Jónas Broncksgøta 7 í Havn.

Talan er um reyðu húsini á Frúutrøð, har fyrrverandi læknaviðtalan hjá Andor Ellefsen og Kaj Kallsberg helt til. HSF hevur húsast í ÍSF-húsinum í Gundadali, sum nú er tikið niður til frama fyri langhylin, sum skal skoytast uppí verandi svimjihøll. Umsitingin hjá HSF telur trý fulltíðarstørv.

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.