Hópurin móti Serbia og Svøríki úttikin

A-landsliðið við kvinnum spælir tveir landsdystir í vikuni, sum eisini eru teir síðstu dystirnir í hesi EM-undankappingini. 

Tann fyrri er mikukvøldið 30. mai á heimavølli móti Serbia, ið endaði nummar níggju til HM í desember. Dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi klokkan 19.00.

Tann seinni dysturin er leygardagin 2. juni ímóti Svøríki á útivølli, ið endaði nummar trý til HM.

Landsliðsvenjarin, Dia Midjord, hevur úttikið hesar leikarar til dystirnar:

Málverjar
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild av Heygum, VÍF

Útileikarar
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Daniella Joensen, Neistin
Heidi Maria Akselsen, VÍF
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.