Hørður var besti málverji

Føroyski málverjin, Hørður Trygvason, hevur verið ein brandur í málinum undir EM-kappingini í Makedonia fyri U20 landslið, og tað er ikki farið framvið hjá evropeiska hondbóltssambandinum. 

Í gjár eftir finaluna millum Makedonia og Hvítarussland, varð eitt all star lið kjósað og tað var eingin annar enn Hørður Trygvason, sum varð kosin til besta málverja undir EM.

Ungi hoyvíkingurin, sum hevur spælt við Flensburg-Handewitt seinastu trý árini, samstundis sum hann hevur gingið í skúla, flytur nú aftur til Føroya og fer at spæla við besta liðnum hjá H71.

Føroyska ferðalagið er nú ávegis aftur til Føroya, eftir eina góða EM-kapping, har føroysku dreingirnir spældu seg til eitt heiðurligt úrslit og vístu, at Føroyar eiga ótrúliga dugnaligar hondbóltsleikarar, sum eru í stórari menning.

Føroyar endaðu nummar fýra av 11 londum.

1. Makedonia
2. Hvítarussland
3. Sveis
4. Føroyar
5. Ukraina
6. Litava
7. Estland
8. Italia
9. Grikkaland
10. Finnland
11. Ongland

 

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.