HSF 40 ár í dag

Í dag, sunnudagin 19. apríl 2020, eru 40 ár síðani at HSF var sett á stovn.

Fyrsti formaður í HSF var Líggjas Joensen, sum sat í starvsnevndini saman við Heðini Mikkelsen, varaformanni og Símuni Rasmussen, skrivara. Í fyrstu kappingarnevndini sótu Hans Holm, Jóhannes Ziska og Agnas Lassen. Undan hesum var hondbólturin í Føroyum stýrdur av hondbóltsdeild ÍSF´s.

Føðingardagurin er avmarkaður av korona-støðuni, men verður  komandi dagarnar varpað ljós á nakað av søguligum føroyskum hondbóltstilfari á talgildu pallunum hjá HSF.

Liggja tit inni við nøkrum søguligum mynda- ella videotilfari, eru tit vælkomin at senda okkum tað á hsf@hsf.fo

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.