HSF 40 ár

Sunnudagin 19. apríl 2020 eru 40 ár síðani at Hondbóltssamband Føroya var sett á stovn.

Fyrsti formaður í HSF var Líggjas Joensen, sum sat í starvsnevndini saman við Heðini Mikkelsen, varaformanni og Símuni Rasmussen, skrivara. Í fyrstu kappingarnevndini sótu Hans Holm, Jóhannes Ziska og Agnas Lassen.

Hondbóltur hevur tó verið leiktur í Føroyum í skjótt 100 ár, har tað vóru realskúlagentur í Havn, ið fóru at spæla hondbólt í Realskúlagarðinum seint í 20´unum, tá ein ung donsk lærarinna var í Havn, sum vikarur eitt stutt skifti. Hon legði føroysku gentunum lag á. Tað vóru serliga kvinnur, sum spældu hondbólt hesi fyrstu árini. Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn í 1939 og nøkur ár seinni, í 1943, var skipað fyri fyrstu føroyameistarakappingini fyri menn og kvinnur.

Við Europa-cup dystum og landsdystum var hondbólturin tann ítróttargreinin, sum gekk á odda á altjóða pallinum í 70´unum og fyrst í 80´unum. Føroyska manslandsliðið stóð seg væl í CHM-kappingunum og eftir góð úrslit í kappingini í Portugal í 1976, var miðja eftir at fáa kappingina til Føroya. Hetta eydnaðist og í 1980, sama ár sum HSF var sett á stovn, var skipað fyri stórari CHM-kappingin í Føroyum. Veruligur hondbóltsfepur valdaði og fyri fullsettum hallum var leikt í Vági, Klaksvík og á Hálsi.

Seinnu árini í 80´unum og fyrru árini av  90´unum vóru tung ár hjá HSF. Fíggjarstøðan var vánalig og lítið var av landsliðsvirksemi. Í 00´unum kom tó glið á aftur og var luttikið í fleiri EM- og HM undankappingum á manssíðuni og í Challenge Trophy-kappingunum á kvinnusíðuni.

Tað er tó ikki fyrr enn nú seinastu árini, í seinnu helvt av 10´unum, at landsliðsvirksemi hjá HSF veruliga er komið í eina fasta og trygga legu. Umsitingin og fíggjarliga grundalagið er saman við góðum stuðlum styrkt. Vit luttaka nú á jøvnum føti við okkara grannalond, bæði við kvinnu,- mans- og ungdómslandsliðunum. Fleiri kappingar hava eisini verið í Føroyum seinastu árini, U17 EM-undankapping hjá kvinnum í 2015, HM-undankapping hjá kvinnum í 2016, U21 HM-undankapping hjá monnum í 2017, EM-undan-undankapping hjá monnum í 2017 og U19 HM-undankapping hjá kvinnum í 2018. Serliga minnilig var HM-undankappingin hjá U21-monnum, har føroyska liðið fyri fullsettari høll vann bólkin frammanfyri Sveis, Finnlandi og Ísrael og harvið vann seg til HM-endaspælið, sum var í Algeria á sumri í 2017. Føroyska liðið stóð seg sera væl og gjørdist nr. 16 av 24 liðum. Serliga merkisvert var eisini úrslitið hjá U17-landsliðnum hjá monnum, sum í 2019 vann European Open í Svøríki frammanfyri 23 liðum, og sigraði føroyska liðið m.a. á Noregi, Spania, Ungarn og Svøríki í kappingini. Stóra avbjóðingin er í løtuni, at ikki ber til at hýsa altjóða EM-landsdystum hjá monnum og heldur ikki størri ungdómskappingum, tí EHF hevur hert krøvini til hallirnar og kringumstøðurnar hartil. Føroysku hallirnar standa langt frá hesi mát og krøv, og má A-landsliðið hjá monnum tískil spæla sínar heimadystir uttanlands. Hetta verður eisini galdandi fyri kvinnurnar til næstu EM-undankapping.

Gunn Ellefsen er forkvinna í Hondbóltssambandinum og sigur, at føðingardagurin verður hildin við lægri blussi, nú landið er farið niður í ferð orsakað av korona-støðuni. Vit vóna tó, at kunna varpa nakað av ljósi á dagin á talgildu pallunum.

Lutakastið til EM22-undankappingina

2. juni 2020

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

26. mai 2020

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Faroe Islands Handball Cup í Vági

18. mai 2020

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup.