HSF er Ítróttarfelagsskapurin 2020

Til ársins Ítróttafagna hjá ÍSF í vikuskiftinum var Hondbóltssamband Føroya kosið Ítróttafelagsskapurin 2020.

ÍSF gundgevingur fyri viðurkenningini soleiðis, “at Hondbóltssambandið hevur fleirfaldað virksemið seinnu árini. HSF torir at droyma stórt og seta sær framsøkin mál. HSF hevur av álvara sett ferð á altjóða virksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymiskum aldursbólkum. Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg.”

Aðrir heiðrar fullu eisini í lut hjá hondbóltinum. VB-ímyndin Gurið Krosslá Augustinussen er Ítróttafyrimyndin 2020 og stóra hondbóltssummarkappingin Faroe Islands Handball Cup í Vági er Ítróttaátakið 2020.

“Guðrið Krosslá Augustinussen er ein av berandi kreftunum í VB. Hon hevur stóran týdning sum leikari í bestu deildini, har hon hevur spælt í 22 ár. Samstundis er hon venjari, dómari og luttekur nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020.”

“Faroe Islands Handball Cup var átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Umleið 400 børn og ung vóru við í kappingunum í Marghøllin í Vági, sum var karmur um eitt væl skipað tiltak. Faroe Islands Handball Cup kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti sum heild, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar.”

Umframt hetta var Hákun West av Teigum eisini tilnevndur í bólkinum Stjørnuskotið 2020. “Hákun West av Teigum, ið byrjaði sum hondbóltsspælari í H71, tryggjaði sær longu sum 18 ára gamal í fjør pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold. Hann undirskrivaði sáttmála við Skanderborg Håndbold í 2020, men hann stóð seg so avbera væl, at sáttmálin stutt eftir varð longdur til 2024. Á jólum vandi Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við føroyska A-landsliðnum, og hann verður ivaleyst partur av bjørtu framtíðini hjá føroyskum manshondbólti á altjóða støði.”

Atgongumerki til sølu

31. januar 2023

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.