HSF minnir á Fair Play

Hálvfinalurnar í Okkara-deildini hjá monnum blivu júst so spennandi, sum flestu okkara høvdu vónað. Leikarar, dómarar og áskoðarar góvu teirra ítasta í trimum dystum í báðum hálvfinalunum. 

Eftir 3. hálvfinaluna í Høllini á Hálsi millum Neistan og Kyndil, var blóðið nakað heitt hjá ávísum leikarum og áskoðarum, og hetta hevði við sær heldur negativan atburð og útsagnir.

HSF vil minna á, at tað er ein felags ábyrgd hjá okkum øllum, sum varða av hondbóltinum og luttaka í hondbóltsdystum, tað verið seg bæði sum leikari, áskoðari, ábyrgdarfólk ella dómari, at arbeiða fyri, at allir dystir verða avgreiddir í besta ítróttaranda.

Leikarar og leiðarar í fremstu deildunum eru fyrimyndir hjá okkara yngru, sum elska at koma í hallirnar at spæla og hyggja eftir hondbólti.

Tað skal finnast ein vinnari og harvið eisini ein tapari í avgerðandi dystum, men saman eru vit øll góð við hondbóltin, og vit hava øll ábyrgd at tryggja, at allir dystir verða avgreiddir virðiliga.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.