Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

– Eisini vit í Føroya Tele hava sæð góðu úrslitini, sum føroysku landsliðini hava fingið og somuleiðis stóra áhugan, sum er fyri hondbólti sum heild í Føroyum. Við okkara tøkni síggja vit eisini møguleikar at fáa hondbóltin enn meira fram í ljósið og út til fólki, sigur Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, serliga í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um nýggja samstarvið við Føroya Tele og síggja vit stórar møguleikar í promovering av hóndbóltsítróttinum saman við teimum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Avtalan er galdandi fyri 2020.

90 minuttir um vikuna

21. februar 2020

Spurningurin um nær leikarar verða ovbyrðaðir, hevur verið nógv umrøddur í seinastuni. Mark Lausen-Marcher, ítróttarsamskipari í HSF, hevur skrivað ein blogg um hetta.

Lutakast til European Open

21. februar 2020

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli.

Faxe Kondi steypavinnarar 2020

17. februar 2020

Stóra steypavikuskiftið í Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið í 520 minuttir samanlagt.