HSF og P/F SMS leingja samstarvið

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Regin W. Dalsgaard, marknaðarstjóri hjá P/F SMS, sigur, at SMS gjarna vil verða ein aktivur viðleikari í føroyskum ítrótti og hevur menningin í hondbóltinum verið eyðsýnd seinastu árini. Frá bryggjarínum Okkara heilsar Petur Petersen og viðmerkir, at tað var sera spennandi at fylgja við tætta endaspælinum undanfarna kappingarár, og nú eitt nýtt kappingarár byrjar, vilja vit gjarna ynskja øllum liðum eina góða og spennandi kapping.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um, at samstarvið við SMS og Okkara heldur fram. Tað er sera týdningarmikið við góðum stuðlum sum hesum, sum eru við til at tryggja menningina hjá føroyskum hondbóltsungdómi. Vit vóna, at vit aftur í ár fáa eina spennandi og tætta kapping, og at fólk fáa nógvar góðar og spennandi upplivingar í hallunum kring landið.

Kappingarárið hjá Okkara- og SMS-deildini byrjar í dag sunnudagin 15. september við hesum dystum:

SMS-deildin:
Kl. 14.00 H71 – Neistin
Kl. 15.00 VB – VÍF

Okkara-deildin:
Kl. 16.00 KÍF – Team Klaksvík
Kl. 16.30 H71 – Neistin

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.