HSF og Smyril Line leingja samstarvið

Hondbóltssambandið og Smyril Line hava longt sponsoravtaluna í tvey ár afturat. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line vóru í gjár saman og undirskrivaðu sáttmálan.

Vit fara nú undir fimta árið saman við Smyril Line, har tey hava verið ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF. Smyril Line hevur sostatt verið ein av grundarsteinunum undir tí uppbygging, sum hevur verið í HSF og hava tey sostatt verið við til at fáa landsliðsarbeiðið í eina trygga legu, sigur Gunn Ellefsen.

Tað er stuttligt at síggja góðu úrslitini, sum hondbólturin hevur fingið seinastu árini, og vit gleða okkum eisini til at verða ein enn størri viðspælari og síggja møguleikar saman við hondbóltinum, nú vit vaksa um okkara hotelvinnu, sigur Henny á Líknargøtu.

Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2020 og 2021.

Venjingarætlan

3. apríl 2020

Heri Ziska, kropsligur venjari hjá HSF, og Mark Marcher, ítróttarsamskipari, hava gjørt tvær nýggjar venjingarætlanir at taka niður hjá hondbóltsleikarum.

HSF og Magn hava longt sáttmálan

30. mars 2020

HSF og Magn, sum hevur verið ein av trúgvu stórstuðlunum hjá HSF seinastu árini, hava longt samstarvssáttmálan í tvey ár.

Sjálvstøðug venjing

13. mars 2020

Haldið venjingina við líka!