HSF takkar stuðlunum

Í summar hevur verið nógv virksemi fyri U-landsliðini hjá HSF.

Í juli spældu U19 kvinnur EM kapping í Norðurmakedonia. Føroyar komu ósigraðar í hálvfinaluna, men gjørdust at enda nummar fýra av níggju luttakarum. Í bólkaspælinum vunnu Føroyar greitt á Niðurlondum, sum seinni vunnu kappingina. Rakul Wardum varð kosin besti málverji í kappingini.

Nú í august spældu U17 kvinnurnar EM kapping í Georgia. Eisini tær komu ósigraðar í hálvfinaluna. Føroyar taptu í sera jøvnum dysti móti Niðurlondum, sum vunnu kappingina. Men síðani vunnu Føroyar dystin um bronsuna greitt móti Ukraina og blivu harvið nummar trý av níggju luttakarum. Maria Pálsdóttir Nólsoy varð kosin besti spælskipari í kappingini, og Karin Egholm besti høgri vongur. Somuleiðis gjørdist Lukka Arge toppskjútti í kappingini.

Í báðum førum var sera nær við, at Føroyar vunnu sær pláss í bæði HM og EM endaspølum fyri hesar aldursbólkar. Úrslitini vísa greitt, at menning er bæði á mans- og kvinnusíðuni í føroyskum hondbólti, og menningin heldur fram, hóast serligu ferðaavbjóðingarnar seinastu tvey árini.

Í hesum døgum spæla U19 menninir somuleiðis EM kapping í Bulgaria. Føroyar eru komnar í hálvfinaluna, sum verður í morgin leygardagin 21. august móti Slovakia. Spennandi verður at síggja, um tað eyðnast Føroyum at koma í finaluna.

Stórur partur av grundarlagnum undir góðu gongdini í føroyskum hondbólti og hjá føroysku ungdómslandsliðunum eru stuðlarnir.

HSF vil tí við hesum nýta høvið at takka øllum stuðlunum.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.