Í juli 2017 vóru Føroyar við til eitt HM-endaspæl í hondbólti á fyrsta sinni. Okkara menn á U21-landsliðnum gjørdu ikki frægari enn at enda sum nummar 15 í heiminum í aldursbólkinum.
Teir vunnu á Kili og Suðurkorea og taptu fyri Noregi, Ungarn og Týsklandi í bólkaspælinum. Tað var nóg mikið at koma í eina áttandapartsfinalu móti heimsmeistarunum úr Fraklandi. Føroyar góvu fransmonnum ein skarpan gang í síðsta HM-dystinum. Teir taptu 28-25 og kundu ernir ferðast heimaftur til Føroya, har teir vórðu fagnaðir av stórari mannamúgvu ólavsøkudag.
Landsliðsleikararnir til HM 2017:
Málverjar:
Niklas Simonsen
Hørður Trygvason
Útileikarar:
Helgi Hoydal, liðskipari
Jónas Gunnarson
Hilmar Leon Jakobsen
Pætur Thomsen
Vilhelm Poulsen
Brandur Halgirsson
Áki Egilsnes
Sjúrður Olsen
Rói Berg Hansen
Teis Horn
Pætur Mikkjalson
Rune Olsen
Kjartan Johansen
Pætur Johansen
Fríð Weyhe
Høvuðsvenjari:
Sonni Larsen
Hjálparvenjari:
Ingi Olsen