Í sambandi við nýggju tilmælini

HSF hevur heitt á feløgini um til eina og hvørja tíð at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi fyribyrgingini av koronasmittuni. Gingið verður út frá, at okkara myndugleikar eru tey, sum best duga at meta um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk til eina og hvørja tíð.

Fyri nøkrum døgum síðani vórðu nýggj tilmæli sett í verk, har tað m.a. varð mælt til, at eingir áskoðarar skulu verða til innandura ítrótt. Hesum tilmælinum ganga vit út frá, at limafeløgini fylgja.

Tá tað eru fáir dagar síðani, at myndugleikarnir komu við nýggjum tilmælum, metir HSF ikki, at vit eiga at seta strangari tiltøk í verk, enn tey, sum myndugleikarnir mæla til.

Vísandi hertil, ætlar HSF ikki at avlýsa allar barnadystir í vikuskiftinum.

Kvinnulandsdystur á Hálsi 10. oktober

17. september 2021

Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.

Kvinnulandsliðið er úttikið

14. september 2021

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmarki  6. og 10. oktober.

Nú byrjar SMS- og Burn-kappingin

10. september 2021

Komandi vikuskiftið, leygardagin 11. og sunnudagin 12. september, verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-kappingini kappingarárið 2021-22.