Ingi og Grønland nærkast HM

Grønlendska manslandsliðið við Inga Olsen sum landsliðsvenjara hevur lagt bragdliga fyri í Pan American Handball Championship. Grønland hevur vunnið báðar sínar dystir.

Pan Am, sum kappingin eisini verður rópt, er ein kapping millum lond í Karibia, Suðuramerika, Noðuramerika og Grønland. Trý tey fremstu londini í kappingini vinna sær luttøku í HM-endaspælinum í januar.

Leygarkvøldið vunnu grønlendingar sannførandi á Kolumbia. Úrslitið var 35-24. Í gjárkvøldið vann Grønlandi á Paraguai. Úrslitið var 35-22. Kappingin er í Nuuk.

Ingi Olsen sigur við grønlendska blaðið Sermitsiaq, at hann hevur hvílt nakrar spælarar, so teir kunnu spæla við fullari megi ímóti Uruguai í kvøld.

– Dystirnir ímóti Kolumbia og Paraguai hava víst, hvat riggar og hvat ikki riggar. Eg vænti, at vit kunnu vinna á Uruguai, men tað verður ein munandi truplari dystur, sigur hann við blaðið.

Grønland er í bólki saman við Uruguai, Kolumbia, Paraguai, Kanada og Brasilia.

Í hinum bólkinum eru Argentina, Kuba, Kili, Puerto Riko, Guatemala og Peru.

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari í hálvfinalurnar. Tað verður hildið, at Argentina og Brasilia eru sterkastu liðini í kappingini.

Føroyski venjarin í Grønlandi vónar, at tað fer at eydnast at spæla seg til HM-endaspælið.

– Tað verður trupult at enda millum tvey tey fremstu liðini, men vit trúgva upp á triðja plássið. Alt skal tó ganga upp í eina hægri eind, um tað skal eydnast, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.

Grønland spælur ímóti Uruguai í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 23.00 føroyska tíð. Dysturin sæst á heimasíðuni hjá grønlendska kringvarpinum, www.knr.gl.

Ungu spælararnir størri leiklut

20. september 2018

Neistin er mest vinnandi kvinnulið í Føroyum. Síðan 1943 hevur bláa havnarliðið vunnið FM-heitið 41 ferðir. Seinast neistakvinnur vunnu FM var í 2016.

Stjørnan vil longur fram

18. september 2018

Klaksvíksdamur vóru at kalla einaráðandi í hondbólti í nullunum. Frá 2000 til 2010 vann Stjørnan FM-heitið seks ferðir og var í 10 steypafinalunum frá 2002 til 2011, har sjey teirra vórðu vunnar. Seinastu árini hevur Stjørnan tó runnið aftaná. 

Skulu vinna fleiri heimadystir

17. september 2018

StÍF endaði á einum fimta plássi í fjør við 18 stigum. Tað eiga teir at klára betur. Tað sigur Jóannes Prestá.