Ítróttarlig gleði og fíggjarligur viðfáningur

Hóast Føroyar taptu fyri Danmark, so kundu spælararnir allíkavæl fegnast um, at teir hava tryggjað sær luttøku í komandi EM-undankapping.

Atgongumerkið til EM-undankappingina í 2022 merkir tó samstundis, at Hondbóltssamband Føroya aftur stendur við ítróttarligu- og fíggjarligu avbjóðingini, at heimadystirnir hjá manslandsliðnum skulu spæla uttanlands.

– At vit sluppu undan niðurflytingarspælinum, er ítróttarliga gleðiligt og fíggjarliga kann hetta verða ein lítil sparing, men er tó ein viðfáningur í mun til sjálva undankappingina, sum vit nú skulu luttaka í, tí hon er kostnaðarmikil, eins og hon var hesaferð, greiðir Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF frá.

Undanumfarið til undankappingarnar er vanliga skipað soleiðis, at allir dystirnir verða spældir í sama landi yvir nakrar fáar dagar, tí øll londini vilja spara pengar og verða tí samd um, at eitt land hýsir øllum dystunum. Samett við úti- og heimadystir, kostar eitt bólkaspæl hjá A-landsliðnum við monnum í verandi løtu áleið 1,7 milliónir krónur, har Føroyar spæla heimadystirnar uttanlands.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.