Ítróttasálarfrøði á breddan

Ítróttasamband Føroya hevur sett ítróttasálarfrøði á skrá og skipar í næstum fyri trimum tiltøkum um evnið.

Millum annað verður komið inná, hvat ítróttasálarfrøði merkir og hvussu vit kunnu menna ítróttina við at hava fokus á sinnið og á onnur viðurskifti í okkum og kring okkum. Tað er Rigmor Napoleonsdóttir Arge, ið er fyrilestrarhaldari.

Rigmor Napoleonsdóttir Arge er útbúgvin sálarfrøðingur og ítróttalærari. Hon hevur innan sálarfrøðisyrkisyrki veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum/liðum innan breiddar- og úrvalsítrótt. Eisini hevur hon egnar royndir innan ítróttin, bæði sum íðkari, venjari, avvarðandi, nevndarlimur í ítróttafelagi og sersambandi, skrivar ÍSF á síni heimasíðu.

Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í ÍSF húsinum í Gundadali í dag frá klokkan 17.00 til 18.30.

Hinir verða í:

  • Runavík, við Løkin 6. mars kl 17.00-18.30
  • Suðuroy, dagfesting verður lýst seinni

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.