Ítróttating leygardagin 21. mai

Komandi leygardag skipar ÍSF fyri Ítróttartingi, sum er eitt alment tiltak fyri øll sambond, feløg, venjarar og onnur áhugaði.

Undirheitið er: Børnini, breiddin, og tey bestu – kynstrið at skapa breiðar felagsskapir og rørsluføri alt lívið. Tiltakið verðu leygardagin 21. mai kl. 13.00 – 15.00 á Hotel Hafnia.

Á aðalfundinum hjá ÍSF leggur ítróttasambandið fram nýggja langtíðarætlan fyri føroyskan ítrótt. Henda ætlan inniheldur m.a. tilmæli um, hvussu ítróttafelagsskapir í Føroyum kunnu arbeiða við breiddini, og nær úrvalsvenjing kann byrja. Í tilmælinum verður heitt á øll sambond og ítróttafeløg, at geva børnum og ungum møguleika at venja nógvar ítróttagreinar so leingi sum gjørligt.

Á almenna tiltakinum verða faklig upplegg og umboð frá sambondum. Vit fáa fakligar grundgevingar og viðkomandi prát um, hvussu vit í felag íverkseta hesi tilmæli í ítróttafelagsskapum kring landið.

Skrá:

1. “Fjølbroyttar ítróttarroyndir skapa trivna, motivatión og heiðursmerki”
Magni Mohr, Ph.d., dekanur, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi:
Um týdningin av at venja breitt – bæði fyri at náa toppinum og fyri at fáa eitt langt lív í ítróttinum.


2. “Toppurin er bara toppurin av ísfjallinum”
Magnus Johansson, UEFA – Tutor, spælara- og venjaravegleiðari hjá norska fótbóltssambandinum:
Um venjingarumhvørvið frá barna til ungdómsár og um potentiali í teimum, sum verða vald frá.

3. Umboð frá Hondbóltssambandinum, Fótbóltsambandinum og Róðrasambandinum greiða frá teirra arbeiði við at menna eitt umhvørvi fyri framtíðar íðkarar.

4. Opið prát um, hvussu vit í felag íverkseta tilmæli hjá ÍSF úti millum sambond og feløg kring landið.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.