Julian og Mark nýggir landsliðsvenjarar

Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher. Teir skulu komandi tvey árini vera venjarar hjá monnum, sum eru føddir í 2002 og yngri.

Uppgávurnar fyri framman eru European Open fyri U17 landslið á sumri 2019 og HM fyri U18 landslið á sumri 2020.

Fleiri børn spæla hondbólt

13. november 2018

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við seks fleiri liðum enn árið fyri.

U17 til Georgia og U19 til Litava

12. november 2018

Um vikuskiftið var lutakast til HM-undankappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum.

Kvinnulandsliðið úttikið

8. november 2018

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember.