Kappingar

Høvuðskappingarnar, ið verða spældar í Føroyum, eru landskappingin og steypakappingin. Hjá bestu liðunum eru stuðlar, ið hava lagt navn til kappingina. Kappingárið 2019/2020, eitur besta mansdeildin Okkara-kappingin, meðan besta kvinnudeildin eitur SMS-kappingin. Steypakappingin eitur Faxe Kondi-kappingin.

Áðrenn landskappingin byrjar í september, er á hvørjum ári ein dystur um Lionsbikarið millum liðini hjá kvinnum og monnum, sum vunnu FM-finaluna og steypafinaluna árið fyri.

Hjá børnunum er ein heystkapping á skránni, áðrenn landskappingin byrjar. Hjá teimum minstu er harafturat ein fyrireikingarkapping – hetta við tí fyri eygað, at tey, sum á fyrsta sinni skulu spæla á heilum vølli, fáa roynt seg, áðrenn veruliga kappingarárið byrjar.

U8 verður skipað eftir einum leisti fyri seg við seks kappingum gjøgnum árið. Hjá U8 verður eingin føroyameistari funnin.

Les meira um og sí hagtøl yvir ymsu kappingarnar á kappingarteiginum.