Um FTZ og hvonn kappingina

Kappingin í fremstu mansdeildini eitur FTZ kappingin og í fremstu kvinnudeildini eitur hon hvonn kappingin. Tær eru skipaðar sum dupultkapping og kunnu upp til átta lið vera í kappingini. Liðini, ið enda sum nr. 1 og nr. 2, spæla finalur – eina heima og eina úti. Vinna liðini hvør sín dyst, verður talan um eina triðju finalu. Ein sigur og ein javnleikur er nóg mikið at tryggja sær FM-heitið. Vinnarin í grundspælinum velur, hvar fyrsta finalan verður spæld.

FM-finalurnar kappingarárið 2017/18 eru 18. og 21. apríl. Møgulig triðja finala er 22. apríl.