Lionsbikarið

Á hvørjum ári fyri kappingarbyrjan eru dystirnir um Lionsbikarið,  har FM-vinnararnir og steypavinnararnir frá undanfarna kappingaári hjá monnum og kvinnum dystast. Hetta eru dystirnir, sum fyrr vóru róptir stórsteypadystir.

Tað er Lions Club Tórshavn, sum skipar fyri dystunum í samstarvið við HSF. Peningurin fer til vælgerandi endamál. Reglurnar fyri Lionsbikarið eru, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið vinnur steypið oftast í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.

Lionsbikarið 2023
Menn: H71 – VÍF 26-32
Kvinnur: H71 – Kyndil 23-30

Lionsbikarið 2022
Menn: H71 – KÍF 28-34
Kvinnur: H71 – Kyndil 38-22

Lionsbikarið 2021
Menn: VÍF – H71 31-33
Kvinnur: StÍF – H71 21-27

Lionsbikarið 2020
Menn: H71 – VÍF 23-22
Kvinnur: Kyndil – H71 28-26

Lionsbikarið 2019
Menn: H71 – Neistin 31-21
Kvinnur: Kyndil – VÍF 33-30

Lionsbikarið 2018
Menn: H71 – Kyndil 30-21
Kvinnur: VÍF – Kyndil 28-23

Lionsbikarið 2017
Menn: H71 – VÍF 32-29
Kvinnur: Kyndil – Neistin 24-22

Lionsbikarið 2016
Menn: H71 – VÍF 24-19
Kvinnur: Neistin – VÍF 20-19

Lionsbikarið 2015
Menn: VÍF – Neistin 26-32
Kvinnur: Neistin – Kyndil 30-25

Lionsbikarið 2014
Menn: Kyndil – KÍF 26 -20
Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-26

Vinnarar hjá monnum
2023 – VÍF
2022 – KÍF
2021 – H71
2020 – H71
2019 – H71
2018 – H71
2017 – H71
2016 – H71
2015 – Neistin
2014 – Kyndil

Vinnarar hjá kvinnum
2023 – Kyndil
2022 – H71
2021 – H71
2020 – Kyndil
2019 – Kyndil
2018 – VÍF
2017 – Kyndil
2016 – Neistin
2015 – Neistin
2014 – Kyndil