Reglugerð fyri undómslið

§ 1 – Tilmelding: Øll lið í ungdómsdeildunum, sum hava goldið ásetta luttøkugjaldið fyri steypakappingina, kunnu luttaka í kappingini.

§ 2 – Leikaraloyvi: Leikari er bundin at tí liði, sum hann er skrásettur hjá fyrsta dystin, hann luttekur. Leikari kann rykkja upp frá lægri til hægri raðað lið, t.d. frá c- til b-lið ella b- til a-lið. Leikari kann ikki rykkja niður aftur, men er bundin at hægra raðaða liðnum. Leikari kann bert umboða eitt lið í sama aldursbólki í hvørjum leikumfarið.

Leikaralistin (dómaraseðilin) skal vera skrivaður áðrenn fyrsta dyst hjá viðkomandi liði. Tó kunnu fleiri leikarar, sum ikki eru skrásettir á øðrum liði, skrásetast eftir at fyrsti dystur er leiktur.

Tað er loyvi, at strika ikki nýttan leikara av fyrsta dómaraseðlinum, sum leikarin er skrásettur á. Leikari, sum er strikaður av dómaraseðlinum, verður roknaður sum ikki-nýttur.

Um eitt lið verður tikið úr steypakappingini, kunnu leikarar skrásettir á tí liðnum ikki leika við øðrum liði.

§ 3 – Bólkaspæl: Undan kappingini styrkismetir kappingarnevndin liðini og bólkar tey soleiðis, at sterkastu liðini fara í hvør sín bólk, næststerkastu í hvør sín bólk o.s.fr.

Eru 20-23 lið í kappingini verður leikt í 5 bólkum fyrsta umfar, har 10 lið koma víðari til A-endaspælið, meðan restin av liðunum leika í B-endaspæli. Eru 16-19 lið í kappingini verður leikt í 4 bólkum fyrsta umfar, har 8 lið koma víðari til A-endaspælið, meðan restin av liðunum leika í B-endaspæli. Eru 11-15 lið í kappingini verður leikt í 3 bólkur fyrsta umfar, har 6 lið koma víðari til A-endaspælið, meðan restin av liðunum leika í B-endaspæli. Eru 6-10 lið í kappingini verður leikt í 2 bólkum fyrsta umfar, har 4 lið koma víðari til A-endaspælið, meðan restin av liðunum leika í B-endaspæli.

Eru fleiri ella færri lið við í kappingini enn ásett omanfyri, ger Kappingarnevndin hóskandi leist í trá við omanfyri.

Í øðrum umfari verða liðini bólkaði við lutakasti, har eittarar fara í hvør sín bólk, tveyarar í hvør sín bólk o.s.fr. Er ólíkatal av liðum í somu styrkismeting, verður avgjørt við lutakasti, hvønn bólk liðini skulu í. Stig og mál verða nulstillaði fyri endaspølini.

Har 10, 8 og 6 lið eru í A-endaspælinum, verður leikt í tveimum bólkum, har ovastu tvey liðini vinna seg víðari í hálvfinalurnar.

Har 4 lið eru í A-endaspælinum verður leikt í einum bólki, sum avgerð, hvussu liðini skulu møtast til hálvfinalurnar. Liðið, sum endar nr. 1 skal spæla móti liðnum, sum endar nr. 4 og nr. 2 skal møta nr. 3

B-endaspælið er skipað á sama hátt, sum A-endaspælið. Eru trý lið í B-endaspælinum, fær vinnarin av umfarinum beinleiðis pláss í B-finaluni, meðan hini bæði liðini leika hálvfinalu.

§ 4 – Hálvfinalur og finalur: Ein hálvfinala verður leikt. Hetta er galdandi fyri bæði A- og B-endaspælið. Bronsudystir verða leiktir í Aendaspælinum.

Finalan í A-endaspælið verður leikt á finaludegnum fyri allar ungdómsdeildirnar. Bronudystir og B-finalur verða leiktar á hálvfinaludegnum.

§ 5 – Ásetingar: Kappingarnevndin ásetur leikdag og leikstað fyri allar dystir í kappingini. Kappingarnevndin ásetir hóskandi longd á dystunum í kappingini.

Viðvíkjandi stigarokning verður víst til kappingarreglu 6.8. Undantøkini í 6.8.4 og 6.8.5 eru ikki galdandi.

§ 6 – Leikbann: Kappingarleiðslan á staðnum skal tryggja, at reyð kort verða skrásett og leikbann sitin. Leikbann fylgja kappingini, tó ikki í seinasta leikta dystinum í kappingini – tá skal leikbannið sitast í fyrst komandi dysti í landskappingini.

§ 7: – Onnur viðurskifti: Viðvíkjandi øðrum viðurskiftum verður víst til kappingarreglurnar hjá HSF og altjóða reglurnar hjá IHF.