Reglugerð fyri vaksin

§ 1: Lið í fremstu kvinnu- og mansdeildini, 1. deild og 2. deild kunnu melda til steypakappingina hjá teimum vaksnu.

§ 2: Leikarar, óansæð aldur, hava bert loyvi at leika við einum liði í steypakappingini. Tað liðið, leikarin er skrásettur við, er galdandi alla steypakappingina.

Leikaralistin (dómaraseðilin) skal vera skrivaður áðrenn fyrsta dyst hjá viðkomandi liði. Tó kunnu fleiri leikarar, sum ikki eru skrásettir á øðrum liði, skrásetast eftir at fyrsti dystur er leiktur.

Tað er loyvi, at strika ikki nýttan leikara av dómaraseðlinum. Ikki nýttur leikari, sum er strikaður av dómaraseðlinum, kann spæla við øðrum liði.

Um eitt lið verður tikið úr steypakappingini, kunnu leikarar skrásettir á tí liðnum, ikki leika við øðrum liði.

§ 3: Tvey umfør í landskappingini verða spæld (kappingin hálvrunnin) áðrenn steypakappingin byrjar.

Stigatalvan í landskappingini eftir tvey umfør, er avgerandi fyri uppdeilingini av bólkunum og rættinum til heimavøll í steypakappingini.

Undanumførini í steypakappingini verða spæld fyri jól, har liðini, eftir lutakast, avtala leikdag innan ásettu tíðarrammu.

Kappingarnevndin ásetur leikdagar í bólkaspælinum.

§ 4: Liðini í 1. deild og 2. deild leika undandystir, sum verða leiktir eftir Cup-skipan.

Fremstu kvinnu- og mansdeildirnar leika ikki undandystir. Liðini í fremstu kvinnu- og mansdeildunum fáa pláss í bólkunum í steypakappingini eftir støðu í landskappingini eftir 2 umfør.

Tey 8 liðini sum eru eftir, aftaná undankappingina, verða bólkaði í tveir bólkar.

Bólkabýti: Bólkur A Bólkur B Nr. 1 nr. 2 Nr. 4 nr. 3 Nr. 5 nr. 6 Nr. 8 nr. 7

§ 5 – Bólkaspæl: Øll liðini leika ein dyst ímóti hvørjum liði í bólkinum.

Eru 4 lið í bólkinum, fær ovast raðaða liðið heimadyst móti nr. 2 og 3 og útidyst móti nr. 4. Næstovasta raðaða liðið, fær heimadyst móti nr. 3 og 4 í bólkinum og útidyst móti nr. 1. Næstniðasta raðaða liðið, fær heimadyst móti nr. 4 og útidyst móti nr. 1 og 2. Niðasta raðaða liðið, fær heimadyst móti nr. 1 og útidyst móti nr. 2 og 3.

Eru 3 lið í bólkinum, fær ovasta raðaða liðið heimadyst móti nr. 2 og útidyst móti nr. 3. Næstovast raðaða liðið fær heimadyst móti nr. 3 og útidyst móti nr. 1. Niðasta liðið fær heimadyst móti nr. 1 og útidyst móti nr. 3.

§ 6: Tvær semifinalur verða spældar millum somu lið. Hálvfinalurnar verða spældar millum Hálvfinala 1: Bólkur A nr. 1 – Bólkur B nr. 2 Hálvfinala 2: Bólkur B nr. 1 – Bólkur A nr. 2

Røkka tvey lið úr sama felagið hálvfinalurnar, verða liðini sett saman soleiðis, at sama felag ikki kann fáa bæði liðini í finaluni.

§ 7: Finalan verður millum samlaðu vinnararnar av hálvfinalu 1 og hálvfinalunu 2.

§ 8: Viðvíkjandi øðrum viðurskiftum verður víst til Kappingarreglurnar hjá HSF og althjóða reglurnar hjá IHF.