Karin, Lukka og Maria bestar

Tá ið EHF Championship endaði í Tbilisi í Georgia seinnapartin, var eitt sonevnt “All star” lið valt, har besti leikari á ymsu plássunum varð kosin. 

Føroyar fingu tveir leikarar á hetta liðið. Maria Pálsdóttir Nólsoy varð vald besti spæliskipari og Karin Egholm varð vald sum besti høgri vongur.

Harumframt fingu Føroyar heiðurin at hava leikaran við flestu málum í kappingini. Lukka Arge varð toppskjútti við 33 málum. Tað serliga var, at 30 av hesum málum vóru upp á brotskast. Lukka skjeyt øll brotskastini hjá Føroyum, sum vóru 32 í tali í fimm dystum, og hon brendi bara tvey teirra.

Føroyar endaðu nummar trý í kappingini av níggju liðum. Holland, sum Føroyar hittu í hálvfinaluni, vann kappingina og hevur harvið tryggjað sær beinleiðis atgongd til EM fyri U18 landslið næsta summar.

Final rankings:
1st Netherlands
2nd Serbia
3rd Faroe Islands
4th Ukraine
5th Italy
6th Estonia
7th Georgia
8th Luxembourg
9th Greece

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.