Kekkia – Føroyar 28-20

Talan gjørdist um ein heldur tungan dyst móti Kekkia í Brno í dag, har okkara høvdu tað trupult í álopinum og trupult við at skora hjá stinna kekkiska málverjanum.

Talan var um ein dyst, har Føroyska liðið kom heldur illa frá byrjan og afturum nøkur mál beinanvegin. Verjan stóð stóð væl, men høvdu okkara sera trupult við at skora hjá kekkiska málverjanum, sum stóð sera væl. Kekkia økti spakuliga í leypi av hálvleikunum og fóru til hálvleiks frammanfyri 14-8.

Føroyska liðið stóð seg betri í seinna hálvleiki. Tórður Guttensen hevði fleiri góðar bjargingar í málinum og gekk heldur frægari við at fáa mál, her serliga Peter Krogh legði eitt størri trýst í álopinum. Føroyska liðið hevði eina góða løtu um miðjan seinna hálvleiki, har munurin minkaði niður í 18-15. Hesa løtuna stóð verjan serliga væl og spældi serliga Helgi Hoydal ein branddyst í verjuni. Tá 12 minuttir restaðu kom Tróndur Mikkelsen á vøllin fyri fyrst ferð á A-landsliðnum og eydnaðist honum eisini at koma á máltalvuna við einum góðum máli.

Sum heild var talan um ein torføran dyst hjá føroyska liðnum, har verjan sum heild stóð væl, men at samlaða skoringsprosentið á 48 var ov lágt, kekkiski málverjin stóð sera væl ella okkara brendu ov illa. Føroyska liðið kempaði væl í seinna hálvleiki og gjørdi hetta eisini at munurin ikki gjørdist størri.

Føroyska liðið skal í morgin ferðast til Føroyar, har Ukraina bíðar í dysti sunnudagin kl. 18.00 á Hálsi. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Kjartan Johansen 4, Helgi Hildarson Hoydal 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3, Filip Jojic 3, Peter Krogh 3, Hákun West av Teigum 1, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1, Tróndur Mikkelsen 1

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.