Kjartan til nýtt felag

Kjartan Johansen fer komandi kappingarár at spæla fyri norska felagið Viking. Viking, sum er úr Stavanger, er júst flutt upp í næstbestu deildina.

– Viking vísti mær sera stóran áhuga, og tað var høvuðsorsøkin til, at eg tók av, sigur vinstrahandaði høgribakkurin.

Kjartan flutti til Noregs í fjør. Hann hevur spælt við ligaliðnum hjá Fyllingen úr Bergen, sum endaði nummar seks í røðini av tólv liðum. Tað gekk væl hjá strandinginum, men hann valdi sjálvur at enda samstarvið, tí felagið kundi ikki bjóða honum eina rímiliga avtalu.

– Eg eri kortini fegin um tíðina í Fyllingen, tí eg havi ment meg sum hondbóltsspælara. Nú gleði eg meg at spæla fyri Viking, og vónandi kann eg gera mun og mennast enn meira, sigur hann.

Sum skilst er Viking eisini í samráðingum við ein annan føroyskan spælara.

Landskappingin í Norra byrjar miðjan september.

Finalistarnir hjá U-liðunum

13. februar 2019

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Skráin fyri hálvfinalurnar

11. februar 2019

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Spenningur um hálvfinalupláss

8. februar 2019

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið.