Klárt til stóra brakið

Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Í allan dag hevur verið gjørt klárt til stóru hondbóltsveitsluna, har áskoðararnir fáa møguleika at uppliva tveir dystir, slag í slag, undir sama taki. Fyrst Føroyar og Ukraina og síðan Danmark og Montenegro.

Í dag hava hesi fýra liðini eisini vant í stásiligu høllini, sum í morgin fer at hýsa 11.600 áskoðarum.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 16.45 føroyska tíð. Kringvarp Føroya vísir dystin í sjónvarpinum og eisini er møguleiki at hoyra dystarfrásøgn á FM1.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.