Klassamunur

A-landsliðið hjá monnum rendi seg inn í tað stórtapið, sum nokk flest høvdu stúrt fyri, tá teir seinnapartin spældu landsdyst móti Mikkel Hansen og hinum donsku hondbóltsrisunum í Skjern Arena. 

Úrslitið av dystinum gjørdist 17-35. Hálvleiksstøðan var 8-16.

Danska spælið var ikki av tí besta fyrru hálvuna at fyrra hálvleiki og okkara menn kundu fylgja við, men síðandi skrædnaði og danir drógu frá.

Føroysku málskorararnir vóru:

Niclas Selvig 4
Tróndur Kragesteen 3
Helgi Hoydal 2
Rókur Akralíð 2
Kjartan Johansen 2
Jónas G. Djurhuus 2
Sjúrður Olsen 1
Peter Krogh 1

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.