Komandi lutakøst til U18 og U20 EM

Tvey spennandi lutakøst standa fyri framman í næstum. Hesi eru til EM-endaspølinið hjá U20- og U18-monnum, sum verða í summar.

Hjá U20-monnum verður lutakastið fríggjadagin 18. februar kl. 10.00. Endaspælið verður leikt í Porto í Portugal í tíðaskeiðnum 7. – 17. juli. Styrkismetingin sær soleiðis út:

Pottur 1: Týskland, Kroatia, Spania, Slovenia
Pottur 2: Danmark, Potugal, Svøríki, Ísland
Pottur 3: Ungarn, Frakland, Noreg, Italia
Pottur 4: Serbia, Pólland, Føroyar, Montenegro

Hjá U18-monnum verður lutakastið hósdagin 24. februar kl. 10.00. Endaspælið verður leikt í Podgorica í Montenegro í tíðarskeiðnum 4. – 14. august. Styrkismetingin hjá U18 monnum er hin sama sum hjá U20, tí tað eru eldra liðið, sum avgerð styrkismetingin hjá yngra liðnum.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.