Komandi málverjavenjaraskeið

Øll vita hvussu týdningarmiklir málverjar eru í hondbólti. Samstundis er økið viðbrekið og krevur serligan ans. Ásannandi stóra tørvin, hevur HSF í eina tíð arbeitt við at seta á skrá tiltøk, sum skulu styrkja málverjaøkið.

Eitt av átøkunum er, at HSF nú fer undir eina tilgongd við málverjavenjaraskeiðum við Tom Riisgaard Jensen. Tom er málverjarvenjari í danska felagnum Bjerringbro-Silkeborg Håndbold og hevur virkað sum málverjavenjari í donskum elituhondbólti í nógv ár.

Skeiðini verða í viku 11, 15, 41 í 2022 og í viku 10 og 17 í 2023. Fyrsta skeiðið verður týsdagin 15. mars og hava feløgini fingið kunning viðvíkjandi tilmelding.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.