Koppsett hava atgongd

Tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri korona, og í minsta lagi átta dagar eru farnir, síðani seinnu koppsetingina, kunnu, við at vísa sítt koppsetingarkort fram, frítt keypa atgongumerki til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.

Tey skulu tó, eins og allir aðrir áskoðarar, virða mannagongdina um, at allir áskoðarar skulu úr høllini millum dystirnar.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.