Kunnu nú søkja um covid19-stuðul

Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu nú søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið hevur oyramerkt fýra milliónir krónur til endamálið.

Føroya Løgting hevur sett fýra milliónir krónur av í covid-19 stuðli til ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin – tað eru sambært reglugerðini ÍSF og limafeløg tess.

Ítrótturin kann søkja um mistar inntøkur fyri tíðarskeiðið 12. mars – 30. juni 2020. Søkjast kann um stuðul fyri mistar inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglurgerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum.

Ítróttafelag og sambond undir ÍSF hava fingið umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.