Kvinnulandsdystur á Hálsi 10. oktober

Talan verður um vitjan av ovastu hondbóltsrók, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman.

Sunnudagin 10. oktober spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum undankappingardyst til EURO2022 móti Danmark á Hálsi, kl. 16.15. Í somu viku, mikudagin 6. oktober møtir føroyska liðið Rumenia í Mioveni í Rumenia. Danska liðið er úttikið og sæst úttøkan her:
Kvindelandsholdets trup til EM-kvalifikationskampe mod Østrig og Færøerne | Håndbold.dk (dhf.dk)

Talan verður um harða mótstøðu, tí bæði Danmark og Rumenia kappast vanliga bæði í topp 10 til bæði HM og EM. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Rumenia til seinastu EM-undankapping. Tá spældu Føroyar ein fínan dyst á Hálsi móti Rumenia, sum endaði 25-20 til gestirnar, eftir at Føroyar vóru á odda 12-11 í hálvleikinum. EM-undankappingina var eftirfylgjandi avlýst vegna korona.

Vónandi verða nógvir áskoðarar at síggja á Hálsi til heimadystin, atgongumerki verða seld við dyrnar.

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.