Kvinnulandsliðið í Íslandi

A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í hesum døgum til HM-undankapping, sum verður í Sveis um mánaðarskiftið. Føroyar eru í bólki við Litava, Finnlandi og verttjóðini.

Í morgun fór kvinnulandsliðið til Reykjavíkar, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslendska A-landsliðnum.

Báðir venjingardystirnir móti Íslandi eru klokkan 16.00 leygardagin og sunnudagin.

16 leikarar eru úttiknir til venjingarleguna og HM-undankappingardystirnar.

Málverjar
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF

Útileikarar
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Bjarta O. Johansen, Aalborg HK
Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Skylv Midjord, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71

 

Finalistarnir hjá U-liðunum

13. februar 2019

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Skráin fyri hálvfinalurnar

11. februar 2019

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Spenningur um hálvfinalupláss

8. februar 2019

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið.