Kvinnulandsliðið móti úrvalsliði

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir um vikuskiftið – í dag móti U17-landsliðnum við monnum, og í morgin móti einum úrvalsliði, ið er mannað við m.a. Agnas Olsen, Liljuni Djurhuus, Jovanu Stranjanac og Onnu Brimnes og øðrum profilum í føroyskum hondbólti. Ingi Olsen stendur fyri liðinum.

Kvinnulandsliðið hevur havt landsliðssavning alla vikuna, har tær millum annað hava gjørt ymsar styrki- og kropsroyndir, umframt at havt vanliga hondbóltsvenjing.

Dysturin móti U17-manslandsliðnum er í dag kl. 17.00 í Hoyvíkshøllini og dysturin móti úrvalsliðnum er í morgin, leygardag kl. 17.10, somuleiðis í Hoyvíkshøllini.

90 minuttir um vikuna

21. februar 2020

Spurningurin um nær leikarar verða ovbyrðaðir, hevur verið nógv umrøddur í seinastuni. Mark Lausen-Marcher, ítróttarsamskipari í HSF, hevur skrivað ein blogg um hetta.

Lutakast til European Open

21. februar 2020

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli.

Faxe Kondi steypavinnarar 2020

17. februar 2020

Stóra steypavikuskiftið í Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið í 520 minuttir samanlagt.