Kvinnulandsliðið saman hesa vikuna

A-landsliðið hjá kvinnum er savnað til venjingar í Føroyum hesa vikuna.


Liðið fyrireikar seg til HM-undandystirnar móti Kosovo, sum verða í Kosovo, í býnum Istog, ávikavist 3. og 5. november. Vinnarin yvir hesar tveir dystirnar skal møta hægri styrkismettum liðið, har leikt verður yvir tveir dystir um eitt pláss í HM-endaspælinum. Hesir dystir verða í viku 14 og 15 komandi ár. Sum liður í fyrireikingunum verða eisini tveir venjingardystir móti íslendska kvinnulandsliðnum. Hesir verða í Føroyum leygardagin 29. og sunnudagin 30. oktober.

Føroyska liðið hevur verið saman síðani mánadagin og hava venjingar, fundir og teambuilding verið á skránni. Leygarkvøldið verður venjingardystur móti U16-landsliðnum hjá dreingjum í Hoyvíkshøllini kl. 18.30.

Sonni Larsen, høvuðsvenjari, fegnast og jaligu gongdina á føroysku kvinnusíðuni. Fleiri og fleiri leikarar leita sær avbjóðingar á hægri stigi og spæla fleiri leikarar nú regluliga í bestu og næstbestu deildunum í okkara grannalondum. Nevnast kunnu Natasja Hammer og Ingibjørg Olsen, sum spæla í bestu íslendsku deildini, og Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spæla í bestu donsku deildini, sum er ein av sterkastu kappingunum. Hartil spæla fleiri føroyskir leikarar í næstbestu donsku deildini. Landsliðsvenjarin fegnast somuleiðis um vaksandi breiddina í føroysku kappingini og arbeiðið, sum verður gjørt úti í føroysku feløgunum. 8 lið eru nú í fremstu kvinnudeildini og merkist tað, at fleiri eru um boðið, tá tað kemur til landsliðsplássini.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.