Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Undankappingin byrjar í oktober 2023 og eru Føroyar styrkismettar, sum nr. 27 í Europa. Tað eru 6 lið, ið ikki luttaka í undankappingini. Bæði Russland og Hvítarussland eru boykottaði frá kappingini. Norra vann seinasta EM, og eru tí víðari til endaspælið. Ungarn, Eysturríki og Sveis eru vertir, og eru tí eisini víðari til endaspælið. Tað eru sostatt 31 onnur lið, ið Føroyar skulu kappast við í undankappingini. Av hesum 32 londum eru 20, ið sleppa til EM endaspælið.

Lutakastið til EM-undankappingina verður 20. apríl.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.