Kvinnulandsliðið vann venjingardystirnar

A-landsliðið við kvinnum er á venjingarlegu í Aarhus í hesum døgum, har tær millum annað hava spælt tveir venjingardystir. 

Tað hevur gingið avbera væl. Fríggjadagin spældu Føroyar móti ligaliðnum hjá Søderjyske og vunnu 31-25. Leygardagin varð spælt móti Aarhus, og eisini tann dystin vunnu Føroyar. Úrslitið var 32-28.

Umframt dystir, hava styrki- og hondbóltsvenjingar verið á skránni.

Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum fram móti EM-undankapping, ið byrjar í heyst, og landsliðsvenjarin er væl nøgdur við úrtøkuna.

– Vit eru í holt við at byggja víðari uppá arbeiðið, sum byrjað varð við farna heyst, tá ið eg tók við starvinum. Eg síggi stóra framgongd, sigur Ágúst Jóhannson, landsliðsvenjari.

Kvinnulandsliðið er mannað við royndum- og ungum og minni royndum leikarum, og aldurspennið er vítt. Yngsti leikari er 16 ár, meðan elsti leikari er 33 ár.

Heili seks nýggir leikarar hava verið við A-landsliðnum á fyrsta sinni á hesi venjingarlegu. Tær eru Guðrið á Borg, Marita Mortensen, Ingunn Kristina Persson, Lív S. Poulsen, Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum.

Føroyar skulu spæla móti Póllandi og Rumenia í september.

Landsliðshópurin fer hvør til sítt aftur í morgin.

Dómaraskeið 6. og 7. september

22. august 2019

Dagarnar 6. – 7. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.

Einar og Magni skulu venja U04 kvinnur

21. august 2019

HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Magni Thomsen verður hjálparvenjari.

U17-kvinnur: Tryggjaðu fimta plássið

11. august 2019

Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-16 sigur á vertstjóðini, eftir 18-8 í hálvleikinum.