Kvinnurnar fyrireika seg

A-landsliðið hjá kvinnum er nú farið undir fyrireikingarnar til dystirnar móti Finnlandi og Ísrael.

Dagarnar 4. – 6. juni er EM-undan-undan-kapping fyri kvinnur í Føroyum. Luttakandi liðini eru Føroyar, Ísrael og Finnland. Vinnarin av kappingini fær pláss í bólkaspælinum til EM-undankappingina. Kvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar og venja regluliga saman fram til kappingina. Venjarar hjá kvinnulandsliðinum eru Dragan Brljevic og Finnur Hansson.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar – Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland – Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar – Ísrael

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.