Kvinnurnar møta Sveis og Hvítarusslandi

Føroysku kvinnurnar skulu møta Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankappingini.

Hvítarussland vann lutakastið um fyrsta rætt at hýsa bólkaspælinum, Sveis annan rættin. Kappingin verður leikt antin vikuskifti 27. – 29. november ella vikuskifti 4. – 6. desember. Hetta gera londini av í felag.

Tvey lið koma víðari úr bólkinum, sum so skulu spæla tveir play-off dystir móti liðunum, sum er høgri styrkismett.

Les meira um lutakastið her:
https://www.eurohandball.com/en/news/en/17-teams-learn-first-opponents-on-road-to-spain-2021/

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.