Kyndil og H71 vunnu Lionssteypini

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini á Hálsi í gjár.

Hjá kvinnum hittust Kyndil og H71, H71 sum steypavinnari og Kyndil sum deildarmeistari. Kyndil vann ein sera spennandi dyst, úrslitið gjørdist 28-26, eftir longda leiktíð. Tað var fyri tað mesta Kyndil, sum var omaná í dystinum, men hálaði H71 inn í seinna hálvleiki og javnaði í seinastu løtu til 24-24, hálvleiksstøðan var 14-11 til Kyndil.

Hjá monnum hittust steypavinnarnir og deildarmeistararnir úr H71, VÍF luttók við at vera nr. 2 í landskappingini. Dysturin gjørdist sera spennandi og var til tíðir væl leiktur. Hoyvíkingar vunnu tepurt, 23-22. Liðini áttu hvør sína helvt av fyrra hálvleiki. H71 byrjaði væl, men fekk VÍF síðani tak á dystirnum og fóru til hálvleiks frammanfyri 10-9. Í seinni hálvleiki gekk javnt á og var sera tætt og spennandi seinastu minuttirnar.

Kyndil – H71 28-26, eftir longda leiktíð (24-24) (14-11)
Málskjúttar:
Kyndil – Natasja Hammer 10, Súna K. Hansen 10, Bjarto O. Johansen 3, Beinta Bárðardóttir 2, Bára K. Hansen 2, Anja Eliasen 1

H71 – Maria H. Weyhe 10, Sunniva Bogadóttir 5, Marita Mortensen 4, Eva Barba Arge 3, Elisabeth H. Simonsen 2, Jana Mittún 1, Lív B. Zachariassen 1

H71 – Neistin 23-22 (9-10)
Málskjúttar:
H71 – Rói Ellefsen á Skipagøtu 7, Peter Krogh 6, Pætur Thomsen 3, Bogi Gaard Davidsen 3, Sveinur Olaf sson 2, Niklas H. Hanussarson 2

VÍF – Filip Jojic 8, Heini á Heygum 6, Hanus Christophersen 2, Andrias Eriksen 2, Jákup Andrias Joensen 1, Sjúrður Olsen 1, Magnus Müller 1, Julian Olsen 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.