Kyndil og VÍF annað beinið í finaluni

Við sannførandi sigrum í fyrru hálvfinaludystunum í gjárkvøldið, hava Kyndil og VÍF styrkt munandi um møguleikan at koma í Faxe Kondi-finaluna 2018.

Kyndil vann 31-19 á H71 í Hoyvík og VÍF vann 28-18 á VB í Vági.

Hjá monnunum er meiri spenningur í. Í gjárkvøldið vann H71 ein tepran sigur á Neistanum. Úrslitið varð 27-25.

Í kvøld hittast Kyndil og VÍF hjá monnum í høllini á Hálsi í fyrru hálvfinaluni. Dysturin byrjar kl. 20.00.

Dystarskráin fyri seinnu hálvfinalurnar:
Leygardagur 10. feb. kl. 18.00 Kyndil – H71
Sunnudagur 11. feb. kl. 14.30 VÍF – VB
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 VÍF – Kyndil
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 Neistin – H71

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.