U10

Í hesum aldursbólki eru spælarar, sum hava roynt mini-hondbólt, og spælarar, sum venja hondbólt á fyrsta sinni. Stórur munur er á førleikunum, og tí er tað eitt gott hugskot, at fleiri venjarar eru til hendan aldursbólk. Venjingin flytir seg hetta tíðarskeið móti tí meira hondbóltsskipaða leistinum. Venjingin skal vera fjølbroytt. Við spølum skulu venjingar við bólti venjast, so tann einstaki lærir at handfara bóltin, og samstundis fær spælarin tekniska einstaklinga venjing við denti á at kasta, finta og skjóta. Talan er um grundvenjing, ið skal skipast runt á ymsum støðum, t.d. við at býta vøllin sundur í smærri øki. Hetta gevur smærri bólkar og tí einstaka flestar endurtøkur. Spælarar skulu royna øll pláss á vøllinum, og verjan skal royna at vinna bóltin (ein ímóti einum). Áleyparar skulu somuleiðis royna seg við ein ímóti einum førleikum. Hesin aldursbólkur skal venja nógv beinfimi sum grundarlag áðrenn fintuvenjing. Harafturat skulu tey læra teknisku grundrørslurnar ísv beinstøðu, kropstøðu og lofta/kasta.

Teknisk og taktisk venjing
Bóltførleiki
Grundteknikkur: Dribla við aðrari og báðum hondum
Kastiteknikkur: Høgan arm og endurtøkur. “Armurin skal stytsta veg upp til skotstøðu”
Loftiteknikkur: Gríp ovara part á bólti
Lofta og kasta í rørslu
Skot í rørslu
Fintur: Dent á beinarbeiði og rútmu
Samanspæl
Lær um plássini
Press-spæl: Spælarin vríggjar kroppin og hevur høgan arm, so fleiri møguleikar eru at kasta
Umskiftisspæl: Yvirgongd frá vongi ella bakspælara
Metingarspæl – Taka avgerð 2:1
Verjuspæl: Verja eitt øki, hvussu takla/blokka ein spælara og verjurørslur. Verjuspælari skal flyta føturnar og fylgja álopsspælara við kroppinum ímillum áleyparan og málið.
Samstarv í verju
Skjótálop: Renna og kasta í ferð, 2:2, føturnar peika frameftir
Útkast frá málverja

Kropslig venjing
Javnvág, samskipandi rørslur og styrkivenjing í ymsum spølum. Styrkivenjingin er við egnari vekt.

Sosialt
Gleði og trivnaður, felagsskapur, tilvitan um leiklutir á liðnum.

Leiklutur venjarans
Skapa gleði og trivnað, greitt og álítandi samskifti, gev jaliga og konstruktiva afturmelding.

Karmar um venjing
Nógvur aktivitetur – avbjóðingar á ymiskum torleikastigi.

Konditiónsvenjing
Mælt verður ikki til at venja aeroba ella anaeroba rennivenjing burturav. Í venjing og spæli fáa børnini neyðugu renniorkuna.

Børn og styrkivenjing
Mælt verður til at hava styrkjandi venjingar, so sum plankan, armstrekkingar á knøunum, um kroppurin er veikur, og luft-squat. Hetta fyrireikar børnini til meira skipaða styrkivenjing seinni.

Myndin vísir áleið, hvussu venjingin í einum kappingarári skal skipast í mun til ymsu venjingarøkini.

Málverjin
Útkast frá málverja. Helst allir spælarar skulu royna plássið sum málverji.

U10 spælarar leggja stóran dent á felagsskapin og samveruna við vinfólk. Venjarin skal syrgja fyri, at øll børnini kenna seg trygg og sum ein part av hópinum. Samstundis skal venjarin syrgja fyri, at nýggir spælarar kenna seg vælkomnar í hópin.

Venjarin eigur at vera týðiligur og álítandi í samskifti sínum. Børn í hesum aldursbólki eru forvitin og hava góðan hug at læra. Venjarin skal vísa teimum nýggjar førleikar og nýggja vitan í samsvari við strikumyndina um uppmerksemið og samstundis stimbra teirra innlæring við jaligum og konstruktivum afturmeldingum. Venjarin skal læra børnini um hondbóltsreglurnar, sum eru galdandi í hesum aldursbólki.

Fyri U10 spælarar eru kappingar stuttligar og spennandi. Venjarin skal tryggja, at allir spælarar fáa royndir við at vinna og at tapa. Tað er tín ábyrgd, at allir spælarar fáa góðar upplivingar við at taka lut í dysti og læra um virðini; fair-play, virðing og eldhuga.

Tú skalt kunna foreldrini og fáa tey at taka lut, so at tey gerast týdningarmiklir stuðlar hjá liðnum.

Bókin hjá danska hondbóltssambandinum “Børnetræner uddannelsen” hevur nógv gott venjingartilfar til smæstu aldursbólkarnar.